Í Føroyum fylgja vit tilmælunum hjá danska heilsustýrinum um at øll børn fyrstu 5 livi árini, skulu hava tilboð um 7 fyribyrgjandi heilsukanningar,har barnið við nakrar av kanningunum eisini verður koppsett.

Kanningarnar verða gjørdar í samstarvið millum sjúkrarøktarfrøðingin og kommunulæknan.

  • 5 vikur           heilsukanning
  • 3 mðr.            bert koppseting
  • 5 mðr.            heilsukanning og koppseting
  • 1 ár                heilsukanning og koppseting
  • 15 mðr           bert koppseting
  • 2 ár og 3 ár   bert heilsukanning
  • 4 ár og 5 ár   heilsukanning og koppseting

Minnist til at hava vaccinatiónskort við

Gjaldast kann bert kontant

  • Stutt læknaváttan, t.d. sjúkskriving: 200 kr
  • Koppseting út um tað almenna tilboðið: 200 kr fyri fyrstu innspræning, 100 kr fyri eftirfylgjandi
  • Koyrikortváttan: 300 kr
  • Sjófartsváttan ( Bláa bók): 700 kr
  • "Medsejlads" : 300 kr
  • Heilsuváttan til matvøruvirki: 320 kr
  • AFS: 400 kr
  • CISV: 300 kr
  • ALS: 450 kr
  • Aðrar: eftir galdandi sáttmála ella meting
  • Trygdargrunnurin : 200 kr
  • Vanlig viðtala, sum Heilsutrygd ikki rindar: minst 300 kr

Laborantur kemur til Heilsumiðstøðina í Vági týsdag og tórsdag millum 9 og 11.

Lise Hjermind Lund er vikarlækni á læknamiðstøðini í Vagi í viku 13-14-15-16-17

Øllum kvinnum, sum eru millum 25 og 60 ára aldur, stendur í boði ókeypis kanning fyri kyknubroytingar í lívmóðurhálsinum. Tær fáa eina innkalling, tá tær fylla 25 ár. Síðan verður kanningin endurtikin 3. hvørt ár.

Kommunulæknin ger eina heilt vanliga undirlívskanning og skravar so kyknur av lívmóðurhálsinum. Hetta sýni verður síðan sent til mikroskopiska kanning í Danmark.

Endamálið við hesi fyribyrgjandi kanning er at finna kyknubroytingar, áðrenn tær gerast til veruligan krabba.

Finna vit broytingar, skal hetta fylgjast neyvari. Hjá kommunulækna, um tær eru lættar og hjá serlækna í kvinnusjúkum, um tær eru meira týðiligar.

Kanningin verður ikki so eftirfarandi, um tú ert við barn ella hevur átt innan 3 mánaðir. Somuleiðis er best at taka hana 2 tær fyrstu vikurnar eftir mánaðarsjúku.

Nú er bert neyðugt við 2 koppsetingum fyri HPV, fyrr vóru 3 innspræningar til samans.

Gentur í 12 ára aldri kunnu fáa ókeypis kopping fyri HVP, sum kann vera atvold til lívmóðurhálskrabba.

Les meira her

Sjúkrarøktarfrøðingur arbeiðir hjá kommunulæknanum.

Um tygum hava eina kroniska sjúku, t.d. 

  • Høgt blóðtrýst
  • Sukursjúku
  • Lungasjúku

eru tygum vælkomin at ganga til regluligt kontrol hjá sjúkrarøktarfrøðinginum.

Bláa bók er ein heilsuváttan til sjófólk.Heilsuváttanin skal skrivast av einum góðkendum sjóvinnulækna.Tá tú kemur at fáa bláu bók,fært tú handað eitt skjal,har tú skalt svara nøkrum spurningum.Læknin ger eina kanning,har hann millum annað kannar sjónstyrki við og uttan brillur,hoyrn,landið og blóðtrýst.

Tað kostar 700,00 kr at fáa bláu bók

Minst til:

  • Brillur ella linsur og linsuvætu
  • Landroynd
  • 700 kr. í reiðum peningi