Vágsvegur 77, 900 Vágur
Dorrit B. Joensen: 66 30 20
Fax 37 31 35
vagur@kl.fo (GG! Telduposturin kann brúkast til samskifti við heilsumiðstøðina, ikki til bílegging av viðtalutíðum ella heilivági, ei heldur til viðtalu yvir teldupost)
Í heilsumistøðini í Vági eru tvey kommunulæknastørv. Annað er sett við Dorrit Bech Joensen, hitt er í løtuni sett við skiftandi vikarum. Tað ber til at síggja hvør vikarur er í løtuni undir "Starvsfólk".
Á heilsumiðstøðini er bert læknaviðtala eftir avtalu. Til ber at ringja inn og fáa eina tíð ella bíleggja eina umvegis síðuna her.
Tá Dorrit B. Joensen er í viðtaluni er viðtala millum 8 og 15.
Tá avloysari er í viðtaluni, er viðtalur millum 9 og 16. Sí her um avloysari er í viðtaluni.
Til ber eisini at fáa viðtalu við sjúkrarøktarfrøðing, t.d. til uppfylgjan fyri blóðtrýst, sukursjúku ella lungasjúku.
LaboranturLaborantur kemur til Heilsumiðstøðina í Vági týsdag og tórsdag millum 9 og 11. Til ber at fáa tikið bílagdar blóðroyndir uttan avtala frammanundan.
Hevur tú tørv á hjálp eftir kl. 16 ber til at ringja til kommunulæknavaktina á
1870
Hevur tú tørv á bráðfeingis hjálp, ring so á
112